Løgmanssteypið: KÍ hevur favorittstøðuna móti NSÍ

Her eru oddsini upp á fyrru hálvfinaluna KÍ-NSÍ

Savnsmynd

Í kvøld klokkan 18.30 spæla KÍ og NSÍ fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.

 

R1 hjá Televarpinum vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

Tá liðini hittust á sama vølli í landskappingini 15. mars endaði tað við javnleiki 1-1, har Páll A. Klettskarð skoraði fyri heimaliðið, og Petur Knudsen fyri útiliðið.

 

Í teimum seinastu 20 innanhýsis kappingardystunum vísa tølini 16 sigrar til KÍ, tveir sigrar til NSÍ og tveir javnleikir.

 

KÍ hevur favorittstøðuna hjá seks altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 1,67 og 1,75.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,53 og 3,80. 

 

Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 3,80 og 4,33.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Savnsmynd