Nógvur ungdómur í Sandagerði í nátt

Seinasti skúladagður hjá níggjunduflokkunum í Havn var í gjár

Í gjárkvøldið hevði løgreglan eitt fyribyrgjandi átak í sambandi við, at seinasta skúladagur var hjá níggjunduflokkunum, og tí vóru veitslur ymsastaðni í býnum. Bæði privat og meira ella minni privat, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.

Alt endaði við, at tey ungu frá ymsu skúlum savnaðust í Sandagerði, sum siður er vorðin.

Vaktleiðarin sigur, at har vóru nógv ungfólk, men eisini foreldur og samarittar, so har var gott skil í. 

Veitslan í Sandagerði endaði klokkan 4 í nátt, fólk vóru í góðum lag, og har var einki fyri løgregluna, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.