– Í dag tóku vit ímóti nýggja sóknarpresti okkara, Ólavi Eysturdal, til hugfjálga innsetingargudstænastu, har dekanurin Poul Geil las biskupsins innsetingarbræv fyri samkomuni.
Soleiðis skrivar Ulkebøl Kirke á Facebook.
Ólavur Eysturdal er klaksvíkingur og hevur seinastu árini virkað sum avloysari í føroysku fólkakirkjuna í ymsum kirkjum kring landið. Í samrøðum við Frihedsbrevet hevur hann verið sera atfinningarsamur ímóti leiðsluni í føroysku fólkakirkjuni, sum hann leggur undir at útihýsa seg sum prest í Føroyum.
Hóast hann er samkyndur, so tyktiskt tað ikki at vera ein trupulleiki hjá føroysku fólkakirkjui, men tá hann fann sær ein maka, kendist tað øðvísi, hevur hann greitt frá í Frihedsbrevet.
Nú er hann so prestur á Als í Danmark.
– Eftir gudstænastuna vóru øll boðin til ein drekkamunn í Degnegården, har vit fingu høvi at heilsa uppá Ólav og mann hansara Fernando.
– Vit ynskja tykkum alt tað besta í nýggja lívinum her á Als, skrivar Ulkebøl Kirke.
##med2##
##med3##
##med4##












