Longsta útkall nakrantíð hjá hesum Rescue LÍV

- 14 tímar eftir, at teir høvdu loyst í Álakeri, vóru teir aftur í Havn

 

- Stutt fyri klokkan eitt seinnapartin í gjár, vóru boð eftir Rescue LÍV. Boðini vóru at fara einum báti til hjálpar, sum lá úti á Skeivabanka við maskinbreki.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Rescue LÍV.

 

Báturin, sum lá við maskinbreki, var einar 40 fjórðingar úr landi, og tað vóru umleið hálvthundrað fjórðingar at sigla av Havnini.   

 

Tá manningin hevði bunkrað Rescue LÍV upp undir spunslini, varð kósin sett út á Skeivabanka. 

 

- Líkindini vóru góð, og ferðin var góð, og tað tók bara hálvan triðja tíma at sigla út til bátin. 

 

Sagt verður, at báturin, sum hevði brúk fyri hjálp, varð sleipaður inn á Vág og átta tímar, eftir at sleipið byrjaði, var Rescue LÍV á Vági við bátinum.

 

- Norður aftur var eitt sindur sjaskut í sjónum, og manningin á Rescue LÍV valdi at fara vestan fyri Sandoynna.

 

14 tímar eftir, at teir høvdu loyst í Álakeri, vóru teir klokkan 03 í nátt aftur á Havnini.

 

- Hetta er longsta útkall hjá hesum Rescue LÍV, og alt gekk, sum tað skuldi.

 

Lagt verður aftrat, at einaferð var fyrri Rescue LÍV úti á Føroyabanka eftir einum útróðrarbáti. Tann túrurin tók 22 tímar.

 

##med2##