Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
- Í samband við hvørja vitjan verður tíðindaskriv sent út við nærri kunning um skipið, nær tað kemur og fer, væntaða talið av ferðafólkum, møguligar útferðir og annað viðkomandi.
Í Vágs kommunu vísa tey á, at endamálið við tíðindaskrivunum er millum annað at geva vinnulívinum og borgarum í Vági betri møguleika at fyrireika seg undan vitjanunum.
- Fyrsta tíðindaskrivið er sent út, og her er eitt nú eitt yvirlit yvir vitjanirnar í summar, umframt tal av ferðafólki, sum einstøku skipini taka.
Í Vági siga tey, at um fólk ynskja at fáa tey tíðindaskriv, sum verða send út í sambandi við vitjanir av ferðafólkaskipum, ber til at venda sær til Edith Mariu Samuelsen á [email protected]









