Noreg: Útleigarin av bátinum er skakaður

Svein Roksvåg, borgarstjóri í Smøla kommunu, sigur, at tey trý fólkini vóru saman við einum bólki við 12 ferðafólkum, sum fóru út at fiska í báti

Tað var bjargingartyrlan, sum fann koppaða bátin og tey trý lívleysu útlendsku ferðafólkini

Tíðliga í nátt var umfatandi leiting sett í verk við oynna, Smøla í Møre og Romsdal í Noregi, og leitingin endaði við, at trý ferðafólk vórðu funnin deyð.

 

Tey vóru farin út at fiska í einum frítíðarbáti, og tá tey ikki vóru komin heimaftur til avtalaða tíð, varð stórt leitingarátak sett í verk. 

 

Skjótt vórðu øll trý funnin deyð, og ein bjargingartyrla tók líkini upp. Øll vóru útlendskir ríkisborgarar.

 

Borgarstjórin í Smøla kommunu, Svein Roksvåg, sigur við norska Dagbladet, at hetta er ein ógvuliga syrgilig hending og vanlukka.

 

Svein Roksvåg sigur, at tey trý fólkini vóru saman við einum bólki við 12 ferðafólkum, sum fóru út at fiska.

 

Tað var í gjárkvøldið klokkan 23.27, lokala tíð, at løgreglan fekk boð um, at tann eini báturin ikki var komin aftur til lands.

 

Tí varð stórt leitingarátak sett í verk.

 

Tað var útleigarin av bátinum, sum boðaði frá, at tey trý fólkini ikki vóru komin aftur til lands, veit Dagbladet at siga.

 

- Tað er við stórari sorg, at vit í nátt fingu at vita, at trý fólk eru deyð. Okkara tankar eru hjá teimum eftirsitandi og hinum  í ferðalagnum.

 

Hetta skrivar útleigarin og felagið, sum átti bátin, Betten Eiendom, í einum boðum til norskar miðlar í morgun.

 

- Vit síggja fram til, at løgreglan á best møguligan hátt kann greiða málið um vanlukkuna, og vit takka øllum, sum vóru við í leitingini eftir teimum saknaðu.

 

Dagbladet veit at siga, at ferðafólkini leigaðu bátar frá felagnum, Betten Rorbuer, sum heldur til á útsynningssíðuni av Smøla í Nordmøre.

 

Tað var bjargingartyrlan, sum fann koppaða bátin og tey trý lívleysu útlendsku ferðafólkini.

 

Lesið eisini: Trý útlendsk ferðafólk sjólótust

 

https://www.in.fo/news-detail/try-utlendsk-ferdafolk-sjolotust-i-noregi-i-natt

 

 

 

Tað var bjargingartyrlan, sum fann koppaða bátin og tey trý lívleysu útlendsku ferðafólkini