Ísrael, sum er umboðað av Noam Bettan og fransktmælta kærleikssanginum "Michelle", er eisini víðari til finaluna, eftir at hyggjarar og yrkisdómsnevndir hava sent Ísrael ígjøgnum. - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

Umstrídda Ísrael og finsk­ur favorittur víð­ari til Euro­vision finaluna

Spádómarnir hjá veddingarfyritøkunum eru fyri tað mesta rættir, eftir at fyrri hópurin av Eurovision finalistum er funnin.

Ísrael, sum er umboðað av Noam Bettan og fransktmælta kærleikssanginum "Michelle", er eisini víðari til finaluna, eftir at hyggjarar og yrkisdómsnevndir hava sent Ísrael ígjøgnum. - Mynd: Tobias Schwarz/Ritzau Scanpix

Fyrra undankappingin til stóru Eurovision sangkappingina leygarkvøldið var í kvøld, har eitt nú Svøríki kom víðari við sanginum "My System", sum danski sangskrivarin Theresa Rix var við til Feliciu.

Tað er tó ikki Svøríki, sum saman við Írlandi hevur vunnið Eurovision flestar ferðir, sum er favorittur at enda ovast á sigurspallinum í ár. Tað er Finnland, sum kappast við sanginum "Liekinheitin", sum duoin Linda Lampenius x Pete Parkkonen framførir á ávikavist violin og vokal.

Myndir: Eurovision fyrra undankapping

Sum væntað eru finnar eisini stroknir í finaluna, sum eins og hálvfinalurnar verða í Wiener Stadthalle í eysturríkska høvuðsstaðnum, Wien.

So nógv lond kappast í Eurovision, at tvær undankappingar eru áðrenn sjálva finaluna.

Men við 35 tjóðum tilmeldaðum í ár, er talið av luttakarum tað lægsta í tjúgu ár.

Niðurlond, Írland, Ísland, Spania og Slovenia hava boykottað ársins Eurovision sum mótmæli móti humaniteru kreppuni í Gaza, eftir at Ísrael hevur hevnt fyri álopini hjá hernaðarbólkinum Hamas á Ísrael í 2023.

Ísrael er eisini víðari til finaluna, eftir at hyggjarar og yrkisdómsnevndir sendu Noam Bettan, sum syngur fransktmælta kærleikssangin "Michelle", ígjøgnum.

/Ritzau/