Undir yvirskriftini » Eg mynstri av, eg kann ikki verða verandi í Sambandsflokkinum« boðar Sámal Hanni Lognberg í Skopun frá, at hann ikki er sambandsmaður longur
Hann skrivar soleiðis:
»Eg vil boða frá, at eg meldi meg úr Sambandsflokkinum og gerist partur av Miðflokkinum frá í dag at rokna.
Avgerðin kemur í kjalarvørrinum av, at ein løgtingslimur fyri Sambandsflokkin hevur verið við til at leggja fram uppskot um fría føsturtøku – eitt uppskot, sum Løgtingið samtykti í gjár.
Uppskotið fekk meiriluta á tingi, av tí at tveir tinglimir hjá Sambandsflokkinum atkvøddu fyri. - Slíkum vil eg ikki vera ein partur av.
Míni kjarnuvirðir siga mær, at lívið er frá Gudi givið og er heilagt frá gitna til grøv. Tað er tí ógjørligt fyri meg at vera partur av einum flokki, sum er høvuðsatvoldin til, at hetta hendi beint nú.
Eg vil takka løgtingfólkum Sambandsfloksins fyri tíðina og álitið, sum mær er víst.
Eg eri takksamur fyri, at eg havi fingið møguleikan at vera uppstillaður og eisini at sita í Løgtinginum fyri flokkin – hóast tað ikki var leingi.«
Sámal Hanni Lognberg










