Niður i løn: - Heiður at sleppa á ting

Fór niður í løn: - Tað snýr seg ikki um krónu og oyru, sigur Katrin Kallsberg, løgtingskvinna og yvirlækni.

- Ja, potentielt eri eg ein teirra, sum fór niður í løn, tá eg kom í løgtingið, sigur Katrin Kallsberg, tingkvinna og yvirlækni.

 

Nú kjak hevur tikið seg upp um, at lønin og aðrar arbeiðsumstøður hjá tingfólki ikki eru kappingarførar við viðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum, er spurningurin, hvørji hesi eru, sum fara niður í løn, tá ið tey taka sæti á tingi.

Reglurnar í dag siga, at ein bert kann hava eitt hálvtíðar alment starv aftrat arbeiðnum sum tingfólk. Men reglurnar siga einki um arbeiði á privata arbeiðsmarknaðinum, og tí kann ein í prinsippinum arbeiða sum tingfólk og til dømis stjóri í privatari fyritøku samstundis.

 

Men tey, sum eru tvungin at fara niður í hálva tíð í teirra arbeiði við síðunar av løgtingsarbeiðnum, eru tey, sum hava alment starv. Og har er ein teirra Katrin Kallsberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi ein teirra.

 

Men spyrt tú Katrin, so er tað ikki ein spurningur um krónur og oyri.

 

- Tað er ein álitisváttan og ein heiður at sleppa at taka sæti á tingi, sigur Katrin Kallsberg sum tað fyrsta, tá ið hon skal taka støðu til spurningin um lønarviðurskifti.

 

- Fyri meg er tað at vera á løgtingið ikki ein spurningur um, hvørt lønin minkaði ella ikki, men um at fáa møguleikan at gera mína ávirkan til, at Føroya vera eitt enn betri land at liva í. Eg haldi tað vera fantastiskt at sleppa at vera við at gera broytingar, sum vónandi og væntandi bæði eg, míni foreldur og míni børn, tað vil siga bæði eldri og yngri og komandi ættarliðini fáa gagn av. Eg haldi, at ein tílíkur heiður kann illa gerast upp í pengum, sigur Katrin Kallsberg.

 

 

 

Umstøðurnar hjá varafólki skuldu verið tikin upp

- Men sjálvandi, vit skulu øll liva, so lønin má vera hampilig, sigur hon og vísir á, at eftir hennara hugsan eru umstøðurnar hjá varafólki á tingið eitt evni man átti at tikið upp í hesum sambandi.

 

- Eg dugi væl at síggja, at treytirnar hjá varafólkum ikki eru  nøktandi, tey mugu vera klár, men hava sjálvandi trupult at bjóða arbeiðsgevarum, at tey onkuntíð mugu siga arbeiðið frá sær við stuttari freist, vísur Katrin Kallsberg á.

 

Spurd um hon er ein teirra, sum fór niður í løn, tá ið hon tók við sum løgtingskvinna, sigur Katrin, at tað er hon jú potentielt.

 

- Ja, eg eri potentielt ein teirra, tað er bara at hyggja eftir hvar yvirlæknalønin liggur vanligt. Men eg fái góða løn í tinginum. Eg havi hildið á við at arbeitt á Landssjúkrahúsinum hálva tíð. Orsøkin til tað er tó ikki bara peningalig, tað er eisini tí tað hevur verið mangul upp á serlæknar í kvinnusjúkum, vegna deyðsfall og sjúku. Eg havi tí roynt at arbeitt sum mest á Landssjúkrahúsinum, tá ið løgtingið er í feriu, fyri at fáa nóg nógva tíð til tingarbeiðið, sigur Katrin Kallsberg og vísir á, at tað er krevjandi at hava størv við síðunar av løgtingsarbeiðnum.

 

- Eg uppfati løgtingsarbeiði sum eitt tíðarkrevjandi starv, tá ein ynskir at seta seg væl inn í tingini. Tað eru tó eisini fyrimunir fyri tingarbeiðið at hava tilknýti til Landssjúkrahúsið, og tey nógvu starvsfólkini og sjúklingarnar eg hitti har eru eisini til nógvan íblástur til arbeiðið á tingi, sigur Katrin Kallsberg.