Seinnapartin í gjár kom U?17 landsliðið aftur til Føroya, eftir at teir høvdu luttikið í NM kappingini í Hamar í Noregi.
Føroyar endaðu á 8. og aftasta plássinum, og í tveimum teimum seinastu dystunum gekst tað einki serligt. Í síðsta bólkadystinum, sum fríggjadagin var ímóti Finnlandi, løgdu Føroyar rygg til 5?0 tap, og í dystinum um sjeynda plássið, sum sunnudagin var ímóti Íslandi, stóð tað 4?0 til Ísland, tá ið teir 80 minuttirnir vóru farnir. Tað var málleyst inntil eitt korter undan leikloki.
Harvið var greitt, at Føroyar høvdu spælt fýra dystir uttan at skjóta mál, og at mótstøðuliðini tilsaman gjørdu fjúrtan mál.
Í fjør spældu Føroyar og Danmark javnt í hesi kappingini. Hesa ferð vann Danmark finaluna. Teir spældu ímóti Skotlandi, og úrslitið var 1?0. Einsamalli málskjúttin var Lasse Quist, sum hevur skorað seks mál í fýra dystum og verður spáddur at eiga spennandi framtíð sum fótbóltsspælari.
Í innleiðandi bólkinum vóru Føroyar í bólki við Skotlandi. Úrslitið í uppgerðini millum Føroyar og Skotland var 2?0 til Skotland.