Hetta er rættiliga ørkymlandi!
Hilmar Augustinussen, sum er í nevndini í Starvsmannafelagnum, gjørdust ikki sørt skakkur, nú hann er farin at kanna, hvat úrslitið er av eini avgerð, Jørgen Niclasen tók, tá ið hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum
Hilmar Augustinussen vísir á, at á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í 2013, kunngjørdi fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at nú fór tað at verða eitt krav til almennar stovnar, at teir skuldu taka lærlingar.
Og nu fýra ár eru farin, hevur nevndarlimurin í Starvsmannafelagnum sett sær fyri at kannað, hvussu hetta royndist.
Á heimasíðuni hjá Starvsmannafelagnum sigur hann, at hann kom til ta ræðandi, niðurstøðu, at almennir stovnar hava í dag færri enn 15 lærlingar í starvi.
Hann sigur, at hann er ikki sørt ørkymlaður av hesum, men hansara niðurstøða er, at sum so ofta fyrr, var hetta vara tóm orð frá einum politikara.
Hann sigur á heimasíðuni, at hann hevur spurt seg fyri hjá almennum stjórum, hví so er og har er niðurlagið tað sama, at teir hava ikki ráð til at seta lærlingar tí játtanin er so tepur.
Hilmar Augustinussen vísir samstundis á, at i Føroyum eru tilsamans næstan 350 lærlingar í í Føroyum í dag.
– Av einari arbeiðsførari fjøld uppá 26.000 fólk, eru tað sostatt færri enn 350 næmingar. Tað er bara 1,5 prosent. Men tað, ið kanska verri er, er, at av hesum 350, eru einans fimm prosent í læru hjá tí almenna.
– Tað merkir, at vit seta ikki fólk í læru í Føroyum, sum vit fyrr hava gjørt, men senda tey heldur á skúlabonk.
Hilmar Augustinussen vísir samstundis á, at tað eru næsta 500 arbeiðsleys í ALS og eftir tølunum at døma, so er ein triðingur av hesum undir 30 ár.
– Vildi tað ikki veri gott fyri øll at bjóða fleiri av teimum eitt stimbrandi lærupláss, spyr hann.