Konsert
Danski Ålborg-rapparin, Niarn leitar sær til Føroya í næstum. Hann skal framføra í Eclipse í Havn 26. januar og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 27. januar.
Niels Roos, betri kendur sum Niarn, hevur roynt eitt sindur av hvørjum.
Í 90’unum, Tá Niarn var um 15-16 ára gamal, fór vinur hansara Mark Urban undir at læra hann at rappa. Tað var tá, at hann visti, at hetta var tað, hann vildi við sínum musikalska lívið, hetta hóast hann tað tíðarskeiðið hevði verið gittarleikari í einum punkbólki.
Yrkisleiðin sum rappari hjá Niarn byrjaði í 1994, tá hann og Mark U slógu seg saman, og byrjaðu at framføra. Síðan tá hevur Niarn og hansara rapp, ment seg sera nógv. Tá hann flutti úr Ålborg til Keypmannahavnar fyri 8 árum síðan, byrjaði hann at gera sín dreym til veruleika, sum rappari.
Hann byrjaði so smátt at hita upp til konsertir hjá millum øðrum L.O.C, sum er ein annar vælumtóktur danskur rappari, og fólk byrjaðu so við og við at taka Niarn til sín.
Í 1999 fóru og Niarn og rapparin Jonny Haefty á konsertferð í Danmark, og tá byrjaði tað at ganga skjótt hjá Niarn. Í 2002 skrivaði hann undir sáttmála við plátufelagið Slyngel-Staten/Run For Cover Records, og fór undir sína fyrstu fløgu sum einstaklingur.
Tvey ár aftaná, í 2004, kom fløgan ’Årgang 79’ út. Hon var sera væl móttikin, og seldi ikki minni enn 25.000 eintøk. Næsta fløgan hjá Niarn kom út síðsta ár, og var fekk eisini sera góða móttøku. Nú gongur leiðin til Føroyar.