Nicoleta Radu gevst við hondbóltinum

Umvegis heimasíðuna hjá Neistanum, boðar Nicoleta Radu Hansen nú frá, at hon gevst við hondbóltinum. Orsøkin er fyrst og fremst, at hon vil nýta meira tíð saman við familjuni.

Rumenska Nicoleta Radu Hansen ? eisini rópt Nico ? kom til Føroya í 2000, og hon var við til at tryggja VÍF føroyameistaraheitið í 2000 og 2001. Seinastu fýra árini hevur hon spælt við Neistanum.