Vektlyfting Tíðindaskriv:
Tað gongur við rúkandi ferð hjá føroyskum vektlyftarum. Bæði tá vektir skulu lyftast, men eisini uttan fyri leikvøllin.
Í vetur eydnaðist Styrkisambandi Føroya at fáa norðurlendska viðurkenning. Tað ger, at føroyskir íðkarar nú kunnu kappast í norðurlendskum høpi undir Merkinum, og fyrstur at fáa hendan møguleikan verður Niels Áki Mørk.
Niels Áki, sum herfyri vann gull í DM fyri juniorar, betraði síni lyft í báðum kappingargreinunum leygardagin, og somikið nøgdur var Frank Petersen, ið er knýttur at venjingunum hjá fremstu føroysku lyftarunum, at hann eftir kappingina kunngjørdi, at hann hevur tikið Niels Áka út til norðurlendsku junior-kappingina, sum verður í Íslandi seinni í ár.
Í 2024 verða Føroyar vertir fyri NM-kappingini í olympiskari vektlyfting, og vónandi eiga vit tá nógvar lyftarar í kappingini.