Niels Christian stjórnar savninum

Landsstýrismaðurin í menta­mál­um, Bjørn Kalsø, hev­ur gjørt av at velja Niels Christ­ian Nolsøe, sum formann í stýrinum fyri Listasavn Før­oya.

Stýrið fyri Listasavn Før­oya er mannað við fýra limum, og lands­stýr­is­mað­ur­in í mentamálum velur for­mann­in í stýrinum. Har­um­framt velur Tórshavnar Komm­u­na ein lim, Føroysk Mynd­listafólk ein lim, og List­a­felag Føroya ein lim. Stýr­ið verður valt fyri eitt fýra ára skeið.

Sambært viðtøkunum fyri List­a­savn Føroya er stýrið fyri List­a­savnið frá 1. apríl 2013 til 31. mars 2017 soleiðis mann­að:
Niels Chr. Nolsøe for­maður, valdur av Menta­mál­a­ráðnum
Helena Dam á Neystabø, vald av Tórshavnar Býráð
Árni Winther, valdur av Lista­felag Føroya
Sigrun G. Niclasen, vald av Myndlistafelagnum
Niels Chr. Nolsøe er ný­valdur. Hann er valdur fyri Mart­­in Næs, sum hevur verið for­­mað­ur seinastu fýra árini. Helena Dam á Neystabø er eis­ini nývald. Hon er vald fyri Jógvan Arge, sum hevur sitið í stýrinum seinastu fýra ár­ini. Árni Winther og Sigrun G. Niclasen eru afturvald.