Niels Marius Petersen 85 ár

Í dag, 12. februar, fyllir kendur sandavágsmaður 85 ár. Tað er Niels Marius Petersen, sum er ein rættilig bygdarmynd í Sandavági

Mestsum øll, ið hava vitjað bara nakrar fáar tímar í Sandavági, munnu hava hitt Niels Marius. Hendan fryntliga, prátingarsama eldri mannin, ið undir føroyskari húgvu og við sigar kemur spákandi eftir gongubreytini og steðgar á og prátar við hvørt menniskja, hann møtir.
Soleiðis er, tá ein hevur góða tíð og famvegis vil vita, hvat gongur fyri seg í bygdini.
Niels Marius Petersen fór sum so mangur til skips á ungum árum. Men hetta gjørdist tó ikki lívsstarv hansara, hóast hann hevði við bátar at gera, tað nakar í bygdini minnist. Hann smíðaði bátar í ein mansaldur.
Hann gjørdi so nógv í ein mansaldur. Tí trúgvur hevur hann verið í tí, hann hevur tykist við. Hóast fleiri jørn vóru í eldinum samstundis, bar til at røkja øll hesi álitisstørv, hann hevur havt. Varð alt lagt saman, hvørt starvið sær, og árini løgd hvørt eftir annað, hevði hann ikki staðið pettið til árs aftan fyri teir gomlu knarkarnar, vit lesa um í Gamla Testamenti.
Bátasmiður ein mansaldur. Linjumaður í fleiri ár. Vegformaður eitt mannaminni. Røktingarmaður annan mansaldur. Bygdarráðslimur og -formaður í eitt mannaminni. Nevndarlimur og formaður í Sandavágs Ítróttarfelag í áravís, umframt eisini nevndarlimur í ÍSF. Og so hevur hann lisið málarar av í Sandavági, tað nakar minnist.
Niel Marius var á yngri árum í Noreg og lærdi at leggja el-linjur, og hann arbeiddi eisini nøkur ár við tí, áðrenn hann fór í starv hjá Landsverkfrøðinginum í Vágum, har hann var formaður í nógv ár. Var millum annað við til at gera landsvegin av Oyrargjógv til Bíggjar.
Hann smíðaði bátar í mong ár. Fyrst saman við pápanum, og seinni einsamallur. Millum annað smíðaðu teir báðir feðgarnir tveir kappróðrarbátar til SÍF. Fýramannafarið Ørnina og áttamannafarið Sandavágsbátin. Tað mundi vera í fimtiárunum.
Niels Marius hevur í mong ár verið álitið, tá eitthvørt skuldi hjálpast upp á kappróðrarbátarnar hjá SÍF. Hann róði sjálvur sum ungur og spældi eisini fótbólt. Fyri sítt arbeiði fyri ítróttarfelagið er hann útnevndur heiðurslimur í SÍF.
Í bygdarráðnum í Sandavági er hann ein tann, sum hevur sitið longst yvirhøvur. Frá 1. januar 1946 út í eitt til 31. december 1976. Árini frá 1958 til 1970 og aftur í 1975/1976 var hann formaður.
Niels Marius røktaði í meira enn 50 ár í Oknadali. Ikki bilti at ganga har, illgongt og bratt var heldur. Skorarnar norðanvert Slættanes var hann við til at røkja, og mangan verður á skoraferðum í dag tikið til, tá hann skuldi bera ein skaddan veðr úr Skorini og líka á lendingina á Slættanesi. Tað er ikki smávegis, og rættilig kempa skal til slíkt.
Eisini hevur hann onkuntíð verið til fugla, hóast tað ikki varð gjørt so nógv av tí í Sandavági.
Honum dámar væl at vera saman við fólki, og enn møtir hann trúliga í dansi í Vága Dansifelag hóast høga aldurin.
Hann er framvegis fastur fúsur í sínum føroyska búna á ólavsøku. Plagar at taka til, at hann gjørdi einaferð eitt sovorðið kvettið á ólavsøku, at har má hann vera á hvørjum ári, so leingi hann livir.
Niels Marius er giftur við Julionnu, sum er úr Havn, og tey eiga trý børn. Tvey búgva í Havn og eitt í Sandavági.