Níggju fólk deyð og fleiri enn túsund løstað á Taiwan

Jarðskjálvtin mikudagin er hin harðasti í 25 ár. Í 1999 tók ein skjálvti lívið av 2400 fólkum á Taiwan.

Talið av løstaðum eftir jarðskjálvtan á Taiwan mikudagin er nú komið upp á 1050. Tað upplýsa myndugleikarnir í landinum í dag.

 

Myndugleikarnir vita eisini at siga, at seks námsarbeiðarar, sum hava verið innistongdir í einum námi, eru bjargaðir.

 

- Framvegis eru 64 námsarbeiðarar í einum øðrum námi ikki bjargaðir, verður lagt aftrat.

 

Jarðskjálvtin mikudagin er hin harðasti, sum hevur rakt Taiwan í 25 ár. Í 1999 tók ein skjálvti lívið av 2400 fólkum á oynni.

 

Higartil hevur jarðskjálvtin kravt níggju mannalív, og jarðfrøðingar ávara um, at her kunnu koma eftirskjálvtar.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.