Níggju frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi

- Veðrið verður brúkiligt, og vit vænta, at tað verður nakað av útróðri í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Í løtuni fiska níggju frystilínuskip í føroyskum sjógvi.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í morgun. 

 

- Eitt ísfiskalínuskip er júst byrjað túr norðanfyri, og tvey frystilínuskip liggja við bryggju.

 

Lagt verður aftrat, at línuskipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.

 

- Okkurt línuskip hevur eisini fingið nakað av svartkalva og blálongu.

 

Um útróður verður sagt, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar, sum vikan gongur.

 

- Veðrið verður brúkiligt, og vit vænta, at tað verður nakað av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.