Føroya Rættur (savnsmynd)

Níggju mánaðir í fongsul fyri kynsligan ágang móti barni

Føroya Rættur hevur dømt ein 37 ára gamlan mann níggju mánaðir í fongsul

Føroya Rættur (savnsmynd)

Føroya Rættur hevur dømt ein mann níggju mánaðir í fongsul fyri kynsligan ágang og hóttan. Tríggir mánaðir av dóminum eru treytaðir. Maðurin kærdi dómin

Hann er dømdur fyri kynsligan ágang ímóti gentur, yngri enn 15 ár og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við 12 ára gamla gentu. Hetta skal vera hent í 2007.

Sambært Kringvarpinum er hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á eina gentu ikki færr enn 50 ferðir í øðrum málinum, og í hinum er talan um eitt brot.

Hann er eisini dømdur fyri hóttan – tað er fyria t sikta eftir átta ára gomlu dóttur síni við høglbyrsu í 2021 og skal hava sagt, at »her vil eg raka teg, og so doyrt tú« ella okkurt líknandi.

Hann noktaði seg sekan í kynsligum ágangi, men játtaði at hava hótt dóttur sína. Harumframt er ehann eisini dømdur at rinda 40.000 krónur í endurgjaldi fyri kynsliga ágangin.

 

Føroya Rættur (savnsmynd)