Nik & Jay hita upp fyri JLO

Tá amerikanska sangstjørnan Jennifer Lopez hevði konsert í Oberhausen í Týsklandi mikukvøldið, var tað heldur óvæntað donsku Nik & Jay, sum hitaðu upp, áðrenn JLO sjálv kom á pallin.

 

Teir hava áður hitað upp fyri Pink í Parkini, og nú hava teir so eisini roynt at upptraðka á konsertferðini hjá eini aðrari amerikanskari songkvinnu.

 

Eingir danskir ella aðrir fjølmiðlar vistu nakað um, at danska duoin skuldi framføra á konsertkvøldinum hjá JLO í Týsklandi. Men teir báðir poppdreingirnir undirhildu eina góða løtu á pallinum í vestyrtýska býnum Oberhausen, áðrenn JLO tók yvir og byrjaði sítt show, sum er at síggja á hesi konsertferðini.

 

Danska pressan bleiv varug við Nik & Jay og teirra upphiting fyri JLO, tá ein dj´ari hjá Nik & Jay skrivaði soleiðis á Facebook mikukvøldið:

 

- We're opening for J-Lo in Germany in an hour or so... Hope to meet her, stóð at lesa hjá Dj Mr. Møller.

 

Jennifer Lopez hevur konsert í Forum í Keypmannahavn í kvøld, og hvør veit, kanska Nik & Jay eisini sleppa at undirhalda áhoyrarafjøldina, áðrenn JLO byrjar sína konsert.