Niklas nart ikki favorittin

Sum væntað vann Mark Constable mansfinaluna í badminton, men Føroyar vunnu bæði silvur og bronsu

 

 

Niklas Eysturoy fekk ikki gjørt stórvegis við Mark Constable av Jersey, tá mansfinalan í badminton var á skránni í dag.

 

36 ára gamli Constable hevur drúgvar royndir. Hann er fyrrverandi Commenwealth-meistari, og hann hevði ikki stórvegis trupulleikar av føroyska mótstøðumanninum, sum mátti lúta 21-10, 21-11.

 

Bronsan gjørdist eisini føroysk, tá Benjamin Gunnarstein í trimum settum megnaði at basa Navarro av Menorka.