Tað er ikki bert føroyskir miðlar, ið eru áhugaðir í gongdini hjá Niklasi Simonsen, ið er í hørðum stríði um at flyta upp í fremstu donsku hondbóltsdeildina.
Les eisini: Niklas Simonsen skal avgera oddastríðið
Les eisini:Niklas er partur av spennandi uppflytingarstríði
Les eisini: Niklas heldur jól á fremsta plássi
Lokalsendingin, Onsdagssporten á Kanal Syd, ið fylgir ítrottinum ín Suður- og Vesturjútlandi, hevði í gár eina samrøðu við málverjan úr Kvívík, Niklas Simonsen. Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samrøðuna, har føroyingurin millum annað umrøður gongdina hjá Tønder, landsdystirnar ímóti Montenegro og Danmark umframt framtíðina hjá føroyskum hondbólti