Felagið hjá lærarunum í miðnámsskúlunum, Yrkisfelagið Miðnám, hevur fingið nýggja forkvinnu. Tað er Nikolina Olsen í Klaksvík, sum er lærari í HF skeiðnum í Klaksvík og í Miðnámi á Kambsdali.
Nikolina tekur við eftir Kára Jespersen, sum hevur verið stýrislimur í nítjan ár og formaður í felagnum átta tey seinastu árini.
Á aðalfundinum, sum var 20. januar, boðaði Kári Jespersen frá, at hann ikki tók við afturvali.
Nývald eru Nikolina Olsen og Høgni av Skarði og Tina K. Jacobsen, sum bæði starvast í Glasi í Hoydølum.
Stýrið skipaði seg síðsta fríggjadag við Nikolinu Olsen sum forkvinnu, Búgva Poulsen sum næstformanni, Olgari Danielsen sum kassameistara, Tinu K. Jacobsen sum skrivara og Høgna av Skarði sum stýrislimi. Búgvi Poulsen starvast í Hoydølum, og Olgar Danielsen starvast í Miðnámi á Kambsdali.