Preben er sjálvur mekanikari, og hann fer at ráðgeva og gera onkrar smáar umvælingar og stillingar av Nimbus motorsúklum.
Nimbus eru danskar motorsúkklur, sum vórðu gjørdar frá 1918 til 1959, tá framleiðslan steðgaði.
Nimbus vórðu nógv brúktar av danska herinum, politinum og postverkinum. Í dag eru umleið 3.500 Nimbus motorsúkklur í Danmark. Í Føroyum verður roknað við, at umleið 20 Nimbus eru kring um í landinum.