Nistelroy nú upp á tal í Chelsea

Enska blaðið News of the World vil verða við, at Chelsea liggur fram við at keypa Ruud van Nistelroy frá Manchester United. Nistelroy er blivin óklárur við venjaran Alex Ferguson, og roknað verður við, at Nistelroy verður seldur í summar. Ferguson vil helst selja Nistelroyn av bretska meginlandinum, men tá ið Ferguson samstundis er áhugaður í at keypa Eidu Smára Gudjohnssen í Chelsea, kann tað møguliga koma upp á tal, at Nistelroy fer øvugtan veg.