Njarðvík endaði kappingina í lengjubikarunum við javnleiki

Í seinasta dystinum í Lengjubikarunum megnaði Njarðvík javnleik móti Stjörnuni

Í kvøld spældi føroyingaliðið í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini. Njarðvík seinasta dystin í Lengjubikarunum á hesum sinni.

 

Í dysti í bólki 3 spældi Njarðvík við Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum - og uttan Martin Klein Joensen - móti Stjörnuni úr bestu fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Njarðvík, ið spælir í næstbestu deildini at fáa javnleik 1-1, men in.fo frættir frá keldu í Íslandi, at Stjarnan brúkti nógvar eykaleikarar í kvøld.

 

Svavar Örn Þórðarson legði Njarðvík á odda tá fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Eitt korter seinni javnaði Stjarnan til endaliga úrslitið 1-1.

 

Njarðvík endaði aftast í bólki 3 við tveimum stigum fyri fimm dystir. 

 

Kappingin í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini byrjar ikki fyrrenn 3. mai. Áðrenn tað skal Njarðvík leika ein dyst í innleiðandi umfarinum í íslendsku steypakappingini. Tann dysturin verður á útivølli móti Gróttu 13. apríl.