NM í ungdómstelving í Føroyum

Í dag  fríggjadagin byrjar árliga unglingakappingin um norðurlandameistaraheitið fyri einstaklingar í talvi. Talvsamband Føroya er í ár vertur fyri kappingini, sum verður á Hotel Føroyum. Telvað verður alt vikuskiftið. Tvey umfør eru í dag, tvey leygardagin og tvey sunnudagin, skrivar Talvsambandið.

 

Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar. Hvørt norðurland - Svøríki, Danmark, Noreg, Ísland, Finnland og Føroyar - hava tvey umboð í hvørjum flokki. Í bólki A telva teir elstu, 19 og 20 ára gamlir, føddir í 2001 og 2002.

 

Í bólki B eru telvararnir 17 og 18 ára gamlir, í bólki C 15 og 16 ára gamlir, í bólki D 13 og 14 ára gamlir, og í bólki E eru telvararnir 11 og 12 ára gamlir. Í øllum bólkum uttan bólki B eru í alt tólv telvarar. Í bólki B telva tíggju og ikki tólv - Noreg hevur einki umboð í hesum bólki.

 

Føroyar hava ikki altíð havt tvey umboð í hvørjum bólki, men nú kappingin er í Føroyum, er full umboðan.

 

Føroyska vónin

 

Eftir styrkitølunum er bara ein av føroysku telvarunum, sum kann hugsast at fara at gera seg galdandi í sínum aldursbólki. 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag er styrkismettur nummar tvey í sínum bólki.

 

Føroysku telvararnir eru hesir:

 

Bólkur A (19-20 ár)

 

Janus Skaale, Klaksvíkar Talvfelag

 

Rógvi Mørkøre, Kollafjarðar Talvfelag

 

Bólkur B (17-18 ár)

 

Jón í Horni Nielsen, Sandavágs Talvfelag

 

Markus Jacobsen, Kollafjarðar Talvfelag

 

Bólkur C (15-16 ár)

 

Luitjen A. Apol, Havnar Telvingarfelag

 

Elias Petersen, Havnar Telvingarfelag

 

Bólkur D (13-14 ár)

 

Brestir Samuelsen, Havnar Telvingarfelag

 

Petur G. Magnussen, Havnar Telvingarfelag

 

Bólkur E (11-12 ár)

 

Jamil Emil Jakobsen, Sandavágs Talvfelag

 

Lukas Páll Wiberg, Sandavágs Talvfelag

 

Telvað verður sum sagt tvær ferðir hvønn av døgunum. Fyrra umfarið er millum tíggju og tvey, og hitt seinna millum fýra og átta. Fyrstu leikirnir blivu fluttir í morgun klokkan 10.00. Á heimasíðu Talvsambandsins, farochess.com, ber til at fylgja við hvussu leikur fer.

 

Snartelving mentanarnáttina

 

Ætlandi skuldi nettupp Luitjen Akselsson Apol telva alment simultan á mentanarnáttini í summar, men alt varð útsett vegna korona. Og nú mentanarnáttin verður, hevur Luitjen forfall sum vera man.

 

Havnar Telvingarfelag fer tí í staðin at skipa fyri almennari snarkapping á mentanarnáttini fríggjakvøldið 9. september. Øll eru vælkomin. Byrjað verður klokkan 20, og roknað verður við, at liðugt er um tíggjutíðina. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags í Finsen.