Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin
Ætlanin hjá Føroya Tele var, at NMT skipanin skuldi niðurleggjast 1. januar 2006. Grundgevingarnar vóru, at londini kring okkum høvdu gjørt tað sama og bert Ísland framhaldandi hevði hesa skipan virkna, tí fingust heldur ongir eykalutir. Dýrt og trupult er at reka fleiri ymiskar skipanir og mett varð, at nú var GSM-skipanin so væl útbygd, at hon var landsumfatandi.
Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins hevur gjørt tað sum gerast kundi, fyri at halda NMT-skipanina virkna, til útbyggingin av VHF skipanini varð liðug. Havi havt brævasamskifti við landstýrismannin í fiskivinnumálum, sum hevði sín positivt virkna leiklut í, at skipanin varð virkin 6½ mánað longri enn ætlað. Men tíðliga mánamorgunin 17. juli 2006 varð NMT-netið sløkt og í samrøðu við landstýrismannin í vinnumálum havi eg fingið staðfest, at tað er endaliga.
Enn er VHF-skipanin ikki fullfíggjað, og støð eru eisini, har ikki fæst samband við GSM. Mín metan er, at NMT 450 átti ikki at verðið niðurløgd, fyrr enn GSM-avloysaraskipanin varð eins góð ella betri, og at VHF netið varð fult útbygt.
Her gerst ikki meira, men tað áliggur politiska myndugleikanum at játta nóg mikið av peningi á fíggjarlógini í ár til at framskunda uppseting og liðugtgerð av VHF-netinum, so hetta stendur liðugt áðrenn ov langt er liðið út á árið 2007.