Í Klaksvíkar kommunu gera tey nú vart við, at her eru nøkur tøk grundstykki, sum eru til sølu.
Kommunan hevur eitt yvirlit yvir tøku grundstykkini, og hetta yvirlit er nú dagført.
Upptøka á grundstykkjalistanum er treytað av ávísum viðurskiftum, eitt nú, at umsøkjarin er 18 ár ella eldri og ikki eigur grundstykki frammanundan.
Um heimasíðuna - www.klaksvik.fo - sæst yvirlit, og her hava fólk høvi at skriva seg á listan.
Tá farið verður inn á dagførda listan hjá Klaksvíkar kommunu, sæst, at sjey grundstykki eru tøk Millum Hjalla, eitt við Hamarssniðið og eitt Undir Klakki.
Um heimasíðuna sæst samlaða reglugerðin, og her ber eisini til at heinta umsóknarblað til grundstykkjalistan.