Nøkur klipp og ein treytað frádøming

Nøkur smærri ferðsluóhapp hava verið seinasta samdøgrið, men hetta eru mál, sum bilførarar kunnu loysa sínámillum, um eingi álvarslig brot eru á ferðslulógina

 

Í gjár, tá løgreglan var úti við ferðmátaranum, vórðu nakrir bilførarar skrivaðir fyri at koyra ov skjótt.

 

Løgreglan gav bøtur og klipp, og ein bilførari fekk treytaða frádøming av koyrikortinum.

 

Í bygdum øki í Kollafirði vórðu trý mál skrivað, har bilarnir vórðu máldir at koyra ávikavist 72, 78 og 81 kilometrar um tíman.

 

- Tveir fingu klipp og tann, sum koyrdi við mestu ferðini, fekk treytaða frádøming. Haraftrat fáa allir hvør sína bót.

 

Løgreglan kannaði eisini ferðsluna í bygdum øki í Søldarfirði, har ein bilførari varð máldur at koyra 71 kilometrar um tíman.

 

- Hetta gevur klipp í koyrikortið í bygdum øki, umframt bót, sigur vaktleiðarin.

 

Nøkur smærri ferðsluóhapp hava eisini verið seinasta samdøgrið, men hetta eru mál, sum bilførarar - um teir kunnu finna út av tí saman - kunnu loysa sínámillum.

 

- Hava bilførarar brúk fyri okkara vegleiðing í slíkum føri, har eingi álvarslig brot eru á ferðslulógina, eru vit sjálvsagt til reiðar, sigur vaktleiðarin.

 

Løgreglan sigur, at náttin annars hevur verið rímiliga friðarlig. 

 

- Onkur hevur spælt heldur harðan tónleik, onkur sjúkraflutningur hevur verið, og vit hava verið til steðar í býnum í Havn, so fólk ikki fóru til hendurs.

 

Í Vágum varð eisini ein bilførari tikin tíðliga í nátt, sum var ávirkaður av øðrum enn vanligum rúsdrekka, visti vaktleiðarin at siga í morgun.