Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum, eitt er á Føroyabanka, og tvey fiska eystanfyri.
Skipið á Íslandsrygginum er nýliga byrjað túr, men skipini eystan fyri og skipið á Føroyabanka koma inn at landa í næstu viku.
Umframt ísfiskalínuskipini, eru sjey frystilínuskip undir Føroyum. Frystilínuskipini fáa mest av longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at streymurin verður hampiligur í næstu viku, og veðrið sær út til at gerast gott.
- Vit rokna tískil við, at nakað verður av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, verður lagt aftrat.