Pedagogarnir, sum eru settir við nýggja forskúlan á Argjahamri, hava nógv betri sáttmála, enn aðrir pedagogar.
Á fyrsta sinni í meiri enn 50 ár, fær Havnin nú sín næsta forskúla, tá skúlaárið 2014/2015 byrjar.
Tað verður skúlin á Argjahamri, ið verður karmur um hendan nýggja forskúlan.
Ósemja hevur annars verið millum Pedagogfelagið og kommununa um sáttmálan á økinum, ein ósemja, sum førdi til, at Pedagogfelagið noktaði limum sínum at søkja starv hjá Tórshavnar kommunu.
Kommunan svaraði aftur við at leggja hetta málið fyri Fasta Gerðarrættin, sum tók ta avgerð, at blokadan hjá Pedagogfelagnum var ólóglig, og tískil skuldi setast til viks.
Hetta førdi so aftur til, at Pedagogfelagið kærdi avgerðina til Nevndina fyri Fasta Gerðarrættin, og bíðað verður nú eftir hesari avgerðini.
Málið liggur tí eitt sindur í leysum lofti, men avgerðin um forboðið hjá Pedagogfelagnum, ið forðar limum sínum at søkja um størv í forskúlunum í Tórshavnar kommunu, er sett úr gildi, og tí stóð tað pedagogunum frítt at søkja hesi størv.
Og tað hava pedagogar so gjørt, og øll størvini við nýggja forskúlan á Argjahamri eru tískil sett.
Og sambært Heðin Mortensen, borgarstjóra, hava pedagogarnir á Skúlanum á Argjahamri fingið væl betri sømdir í sínum sáttmálum, enn aðrir pedagogar á øðrum forskúlum.
- Lønin fylgir sjálvandi lønini í sáttmálanum hjá pedagogunum, men umframt tað, fáa teir allar tær sømdir, sum finnast í lærarasáttmálanum, íroknað fyrireikingartíð og annað, sigur Heðin Mortensen.
So sigast má, at teir pedagogar, sum hava fingið starv á Argjahamri ikki kunnu klaga um umstøðurnar.
Spurningurin er so hinvegin, um hetta kemur at ávirka teirra viðurskifti við teirra fakfelag.