Har vóru nógvar røður, tónleikur og sangur, og nógv fólk stukku inn á gólvið í Høllini á Hálsi í Havn, at heilsa upp á borgarstjóran, sum á nýggjarinum kundi hátíðarhalda, at hann hevur verið býráðslimur í Havn í 50 ár út eitt.
Og júst tað, at hann hevur sitið sum býráðslimur út í eitt í hálva øld er nakað serligt, tí tað hevur eingin annar gjørt, ikki í Føroyum og heldur ikki í øllum kongaríkinum. Dávur Davidsen í Tjørnuvík sat í bygdarráðnum í 56 ár, men tað var ikki út í eitt.
Á samkomuni í Høllini á Hálsi heilsaði Lene Moyell Johansen, ríkisumboð, frá hennara hátign drotningini og handaði Heðini Mortensen heiðurskrossin sum kommandørur av Dannebrog.
##med2##
##med3##
##med4##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##me15d##
##me16d##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##