Ein týðandi partur av av páskastevnuni hjá TB verður undirhaldið, báði fyri børn og vaksin.
Stevnan letur upp í dag klokkan fýra. Men formliga verður stevnan sett klokkan seks, tá ið Páll Vang, Býráðsformaður, setir hana. Í tí sambandi fer hornorkestrið at spæla.
Og beint aftaná er fyrsta undirhaldstiltak á skránni. Tað er sangkórið Røddir, sum fer at syngja.
Annars er undirhald og skemt hvønn stevnudag.
Tivoli í skúlahøllini
Meðan sjálv framsýningin er inni í ítróttarhøllini, verður nógv spæl inni í skúlahøllini, har í M.a. Lions Club í Suðuroy hevur eitt lítið tivoli við Bamsu- og dukkutombola, fiskibrunni, 21 spæli og tombola við páskareggum.
Pengarnir, sum koma inn, fara til ymisk vælgerðandi endamál.
Leygardagin verður eisini kakutombola í skúlahøllini, tað er flogbóltsdeildin hjá TB sum skipar fyri.
Annars verður nógv undirhald eisini inni á sjálvari sølustevnuni.
Fríggjadagin klokkan seks fara Tóki & Co at syngja og tá fer Dansistovugaman eisini at vísa fram fólkadans.
Leygardagin verður nógv undirhald. Klokkan trý fara fara Jens og Finn at skipa fyri undirhaldi fyri børn og klokkan 17.30 fer Alex Bærendsen at syngja.
Klokkan 20.30 fara Torgerð og Dagfinn at undirhalda. Og táið stevnan letur aftur leygarkvøldið, fer gamlaársnevndin at skipa fyri fýrverki.
Eisini sunnudagin verður nógv undirhald. Klokkan fimm fer Tvøroyrar Sjónleikarafelag at hava undirhald fyri børnum.
Og alt undirhaldið endar við einum stórum gallashowi klokkan sjey við tónleiki, mótasýning, undirhaldi. Og tá verður eisini drigið ímillum atgongumerkini um høvuðsvinningin, sum er ein framkomin telda við printara, sum kostar 15.000 krónur at keypa.
Og skulu mótasýningar eisini takast við uppí undirhaldið, so verður mótasýning hvønn dag.
Mótasýningar verða hóskvøldið klokkan 20.30, fríggjakvøldið kl. 20.00, leygardagin kl. 19, umframt á gallashowinum.
Og sum nevnt aðrastaðni, verður luakast hvønn dag ímillum tey seldu atgongumerkini um ymsar vinningar sum framsýnararnir lata. Lutakastið verður hóskvøldið kl. 21.30, fríggjakvøldið kl. 21.30 og leygardagin kl. 20.30, umframt høvuðslutakastið sunnukvøldið.
Klokkan sjey sunnukvøldið verður eisini kunngjørt, hvør framsýnari vinnur atkvøðugreiðsluna um tann vakrasta básin.