Nógv tann størsta minkingin er í Suðuroynni

– Men hesi seinastu árini er gongdin í Suðuroynni vend til tað betra

Sum vit skrivaðu í áðni, er talið á børnum í skúlaaldri nógv minkað hesi seinastu 15 árini, hóast fólkatalið er nógv vaksið.

 

Les meiri um tað her: Nógv færri børn nú enn fyri 15 árum síðani

 

Hagstovan sigur, at verður hugt eftir teimum ymsu økjunum í landinum hesi árini frá 2005 til 2015, er tað í Suðuroynni, at talið á børnum í skúlaaldri, er minkað nógv mest, tí har vóru heili 355 børn færri í skúlaaldri í 2015 enn tað vóru í 2005.

 

Haraftrat minkar skúlabarnatlið í Eysturoynni, Sundalagnum og Sandoyarøkinum, tilsamans 138 børn. Hinvegin vaks talið í Havnini og í vesturøkinum eitt lítið sindur.

 

Sí annars talvuna niðan fyri.

 

##med2##

 

Teir bláu stabbarnir er gongdin frá 2005 til 2015 og teir appilsinlittu stabbarnir vísa gongdina síðani 2015.

 

 

 

Men sum tað eisini sæst, er barntalið í fólkaskúlanum bara vaksið 101 børn, hóast fólkatalið er nógv vaksið. Og tað er rættiliga ymiskt, hvussu gongdin hevur verið ymsastaðni í landinum. Í Eysturoynni er skúlabarnatalið vaksið 107 børn, ella sjey proent. Og tað sæst eisini, at serliga í Suðuroy er gongdin nógv broytt, tí har er skúlabarnatalið vaksið 96 børn, ella 10 prosent. Samstundis er tað bara vaksið 40 børn í Tórshavnar kommunu. Hinvegin er skúlabarnatalið nógv minkað í Norðoyggjum síðani 2015, tí har eru 73 skúlabørn færri nú enn í 2015 og í Sundalagnum, Vesturøkinum og í Sandoynni er tað minkað 69 børn tilsamans.

 

Heilt fram til sjeynda flokk er ein lítil yvirvág av dreingjabørnum. Tað skiftir í 8. og 9. flokki tí tá eru genturnar í meiriluta - men tá ið vit so aftur koma til 10. flokk, og serflokkar, er stór yvirvág av dreingjum.

 

Annars hevur Hagstovan eisini roknað seg fram til, at hesi næstu 10 árini fer talið á 5 – 15 ára gomlum børnum at veksa eitt lítið vet. Ein triðingur av vøkstrinum verður í Tórshavnar kommunu, og tveir triðingar í øðrum kommunum í landinum. Men Hyggja vit so 20 ár longur fram í tíðina, vísir framrokningin eina lítla minking í hesum aldursbólkinum. Og tá er tað í Havnini, at skúlabarnatalið fer at minka eitt sindur, men uttan fyri Havnina fer tað at veksa eitt lítið sindur.

 

Sí talvuna niðan fyri

 

##med3##