Nógv ymisk skúlatilboð

Tað er ikki eiti á tilboð, sum skúlarnir bjóða næmingunum við skúlabyrjan. Onkur skúli hevur fimleikar- ella ítróttarlinju, annar fótbóltsbreyt, og í gjár bjóðaði Skúlin við Ósánna fram eina hondbóltsbreyt til 8. og 9. floks næmingarnar.

 

Tá næmingar og lærarar savnaðust í Skúlanum við Ósánna í gjár, vóru nógv nýggj andlit at síggja, eisini millum lærararnar.

 

Ein teirra var Svein Rógvi Nielsen, sum er kendur innan so mangt í ítróttarhøpi. Hann skal taka sær av hondbóltsbreytini hjá Skúlan við Ósánna, har 15 næmingar úr 8. og 9. flokki hava valt henda møguleika.

 

Næmingarnir fáa ymiska ástøðisundirvísing og eru annars í høllini, har teir sleppa at royna seg við bóltinum á vøllinum.

 

Ein uppgáva verður eisini at hyggja at dystum, har næmingarnir síðani fáa spurningar at greiða um, hvussu dystirnir vórðu skipaðir, og hvussu teir annars kundu verið lagdir tilrættis.

 

Ivaleyst verða fleiri spírar klaktir til eitt enn ríkari hondbóltsumhvørvi í Klaksvík á henda hátt. Hondbólturin í Klaksvík hevur annars eina drúgva og hendingaríka søgu at siga frá.