Koronustøðu ger, at heldur eingin pride-skrúðgonga varð fyriskipað í ár – eins og í fjør. Men í staðin hevur LGBT Føroyar skipað fyri rekkjukoyring við bilum.
Fylgið fór av útfyllingini á Sundi stutt eftir klokkan fimm seinnapartin.
Síðani varð koyrt gjøgnum Eysturoyartunnilin inn á Strendur. Síðani varð farið inn eftir Skálafjørðinum á vestara armi og útaftur eftir eystara armi og aftur til Havnar.
Eftir at hava koyrt kring um í Havnini og úti á Argjum endar tiltakið í Steinatúni, har danski sjónleikarin Jakob Fauerby heldur røðu - ikki beinleiðis, men gjøgnum eina radiokanal, so fólk kunnu hoyra hana í útarvstólum í bilunum og í húsum í grannalagnum.
##med2##
Jakob Fauerby er eitt nú kendur frá sjónvarpssendingini »Vild med dans«.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med7##
##med8##
##med9##