Nógvir drunnhvítar - ongar lundapisur

Kagað varð í 173 lundaholur í Mykinesi í fjør, men eingin livandi pisa var at síggja.

Í fjør kannaðu fólk hjá Náttúrugripasavninum, hvussu nógv kom undan hjá lundanum í Mykinesi.

 

- Kagað varð í 173 lundaholur, men eingin livandi pisa var at síggja. Hinvegin sóust fimm deyðar pisur. Tað merkir, at hóast onkur pisa møguliga varð floygd, so hevur talið verið sera sera lítið.

  
Náttúrugripasavnið sigur, at drunnhvíti eisini varð taldur í Urðini í Nólsoy.

 

- Úrslitið higartil er 18.000 pør, hóast tað einans hevur verið talt í tvey ár. Tvær frágreiðingar eru skrivaðar um hetta, sigur stovnurin.
  

Viðhefta mynd er av Urðini í Nólsoy.