Trý umfør í EFFO deildini eru á skránni næstu vikuna. Í dag verða tríggir teir síðstu dystirnir í 10. umfari spældir. Hósdagin er Kristi himmalferðardagur, og tá er 11. umfar. Næsta sunnudag verður 12. umfar. Fyrru hálvfinalurnar í kappjngini um løgmanssteypið vera hóskvøldið í aðru viku, og so verður aftur spælt annan hvítusunnudag.
Harvið verður lítið tíð til hvíld og aðra venjing enn at koma fyri seg aftur eftir stríðið. Tað ber aftur við sær, at tað kemur væl við hjá teimum, sum hava fleiri spælarar at taka av, meðan tað kann koma illa við hjá teimum, sum ikki hava so nógvar spælarar, um skaðar og skavankir fara at arga.
Eftir at NSÍ fríggjakvøldið vann 3-0 í Fuglafirði og B36 í gjár vann 3-1 í Vági eru tríggir dystir á skránni í dag:
TB-HB: Lars Müller kl. 15.00
AB-EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
KÍ-Víkingur: Alex Troleis kl. 15.00