- Tað er framvegis nógv til av toski og hýsu á Føroyabanka, men fiskurin er heldur rak.
Tað siga tey á Havstovuni í dag.
Havrannsóknarskipið Jákup Sverri hevur verið á Bankanum og gjørt regluligar yvirlitstrolingar, har 29 hál á ein tíma vórðu tikin.
- Tað var framvegis nógv at fáa av toski, hóast nøgdin var nakað minni enn undanfarnu tvey árini.
Sagt verður, at vanliga er toskurin størri enn 80 sentimetrar, men í ár var nakað at fáa av toski, sum bert var 60-70 sentimetrar til longdar.
- Hetta bendir hetta á, at tilgongdin hevur verið góð. Toskurin var ikki so væl í holdum sum tey árini, tá lítið var til á Bankanum.
Lagt verður aftrat, at tað framvegis er sera nógv at fáa av hýsu, men hýsan var óvanliga rak í mun til onnur ár.
- Eins og undanfarin ár át toskurin nebbasild og krabbadjór, og hýsan át ormar og smá krabbadjór umframt ormastjørnur og igulker.
Havstovan sigur, at sum nakað nýtt var eisini ein reyðsprøka fingin á Føroyabanka undir yvirlitstrolingunum hesaferð.
Øll túrafrágreiðingin um yvirlitstrolingarnar hjá Jákupi Sverra kann lesast um heimasíðuna hjá Havstovuni.
##med2##