NOKIAS ráðstevna í Norðurlandahúsinum

Talan er um norðurlendska ráðstevnu fyri anæstesi- (doyvingar-) og intensiv sjúkrarøktarfrøðingar, har tilsamans 400 hittast úr øllum norðanlondunum 03. - 05. september 2010 í Norðurlandahúsinum.

Á ráðstevnuni eru hópin av ymiskum fyrilestrum - ikki bert í stóru høllini, men eisini samstundis í smærru hølum rund umkring í húsinum.

Tað er FÁ3, sum er yrkisfelgið fyri intensiv- og anæstesi sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum, ið fyriskipar hesa 12. NOKIAS-ráðstevnuna, sum er upp á skift í øllum hinum norðanlondunum.

Eitt av aðalmálunum við ráðstevnuni er at kunngera og samskifta um fakliga vitan, sum kann vera gagnlig innan nevndu øki. Men sanniliga eisini at knýta góð samsbond við norðurlendsku starvssystrar og ?brøður, sum kunnu verða hent til at víðka tað netverk, sum longu er á hesum øki.

Fleiri medicinalfyritøkur eru við á ráðstevnuni, har tær sýna fram ymisk amboð og nýggjastu hentleikar og tól annars innan hetta teirra yrki, sum kann gagna nevndu fakøki.

Til stuttleika kann nevnast at eitt fullsett leiguflogfar frá Atlantic Airways fer avstaðaftur við gestunum úr Noregi. Tey lata sera væl at ráðstevnuni og at kringumstøðurnar eru framúr góðar. Tey undrast á, at føroyingar eru so vinsælir og hava møtt blíðskap allarstaðir. Eisini hildu tey, at fjøllini í Føroyum vóru serliga vøkur og innbjóðandi til ein góðan túr.

Tann eina daman, sum m. a. seldi fyri Nordax, hevði verið uppi á Kilomanjaro. Hon ætlaði at fara til Noregs eftir manninum, og so koma aftur henda vegin at ganga í føroysku fjøllunum, tí tey vóru sera hugtakandi og spennandi, helt hon.

Tær, ið er høvuðssamskiparar av NOKIAS-ráðstevnuni í ár, sum endar seinnapartin í dag, eru nevndin í FÁ3: Hergerð Heldarskarð, forkvinna - Gudny Hammer, varaforkvinna - Fríðunn Niclasen, skrivari - Noomi Holm, kassameistari - Erla Pálsson, nevndarlimur og Ann Ellefsen, varalimur.