Kristin Michelsen sleppur ikki at vera bæði løgtingsmaður og borgarstjóri á Tvøroyri ísenn.
Tað hevur Tvøroyrar Býráð samtykt - enn eina ferð.
Á løgtingsvalinum 31. august, varð Kristin Michelsen valdur á Løgting fyri Sjálvstýrið. Men av tí at hann eisini er borgarstjóri á Tvøroyri, er tað býráðið sum ger av um hann kann sleppa at røkja bæði størvini.
Eftir løgtingsvalið í 2015, samtykti meirilutin í býráðnum annars, hann kundi røkja bæði størvini, men beint fyri ársskiftið í fjør broytti býráðið støðu og samtykti at hann skuldi ikki sleppa at røkja bæði størvini longur.
Hetta hendi, eftir at Kristina Roest fór úr meirilutanum og yvir í minnilutan, og sostatt er Kristin Michelsen nú í minniluta í býráðnum.
Men Kristin Michelsen gjørdi kortini ikki eftir samtyktini í býráðnum, men helt fram at røkja bæði størvini. Ein meting hjá honum var, at tilsøgnin var galdandi fyri alt valskeiðið.
Men nú Kristin Michelsen varð afturvaldur á Løgting, hevur tvøroyrar Býráð enn eina ferð samtykt, at Kristin Michelsen skal ikki røkja bæði størvini.
– Nú nýtt løgtingsval hevur verið, boða vit frá, at borgarstjórin fær ikki tilsøgn frá meirilutanum um at virka sum borgarstjori og løgtingslimur, hevur meirilutin í býráðnum samtykt.
Av tí at Kristin Michelsen ikki vildi virða seinastu samtyktina um at hann skuldi ikki røkja bæði størvini, hevur meirilutin í býráðnum eisini samtykt, at hesa ferð skal ein uttan hýsis sakførari taka sær av málinum.
Kristin Michelsen var ikki sjálvur á býráðsfundinum, men varamaðurin hjá honum, Annfinn Leo, atkvøddi blankt. Hini bæði í minnilutanum, Alvi Mortensen og Anita Vibergsdóttir atkvøddu ímóti at hann skuldi tvingast til at velja annað starvið.
Tey bæði vísa á, at samtyktin frá í fjør um at nokta borgarstjóranum at røkja bæði størvini, er kærd til Innlendismálaráðið og at málið liggur har enn.
Tey halda heldur ikki, at upprunaliga heimildin um at loyva Kristin Michelsen at røkja bæði størvini, kann takast aftur uttan at borgarstjórin er hoyrdur, og uttan koma við nøkrum grundgevingum fyri tí.