Aftaná Champions League dystin millum Inter og Manchester United í Milano ígjár, stóð United-venjarin, Alex Ferguson leingi og bíðaði eftir Inter-venjaranum, José Mourinho fyri at takka honum fyri dystin. Men Ferguson bíðaði leingi til onga nyttu. Mourinho fór avstað gjøgnum bakdyrnar.
- Beint við venjarabeinkin er ein hurð, so eg kann fara stundisliga avstað. Fortaldi Mourinho aftaná dystin. Mourinho undirstrikar, at hann rýmdi ikki tí, at hann er óður inn á Ferguson: - Eg sendi eina góða fløsku við reyðvíni á gistingarhúsið. Eg sendi eisini eitt kort, har eg skrivaði, at vit fóru at hittast á Old Trafford, aftaná returdystin um 14 dagar.
José Mourinho var toluliga nøgdur við 0-0 javnleikin, men hann var sera óður inn á dómaran, Medina Cantalejos, sum hann helt døma ein út av lagi vánaligan dyst.