Noktaði at gjalda fyri hýruvogn

Løgreglan mátti uppá, at ein persónur ikki vildi rinda fyri ein hýruvogn

Talan var um ein persón, sum hevði koyrt av bygd til Havnar, og sum ikki hevði pengar at rinda fyri, tá hann var komin leiðina fram. Tí vóru boð eftir løgregluni.

Tað endaði við, at persónurin lovaði at kom at gjalda fyri túrin mánadagin. Og tá hýruvonsførarin góðtók tað, so ger løgrelan ikki meira við málið.

Av Skála fekk løgreglan eina fráboðan um vindskaði, har okkurt hevði rivið á eini tekju gjáranáttina.

Løgreglan hevur harumframt tikið upp full fólk, sum lógu úti og svóvu. Tey vórðu fingin til hús.