Danski kavbátaskiparin, Peter Madsen, noktar seg framvegis sekan í drápi og kynsligari skamfaring í býarrættinum í Keypmannahavn, har hann nú situr ákærdur í málinum um tíðindakvinnuna, Kim Wall.
Peter Madsen hevur alla tíðina noktað seg sekan í drápi og øðrum kynsligum sambandi enn samlegu, og á rættarfundinum í morgun hevur verji hansara, Betina Hald Engmark, endurtekið, at hetta framvegis er støðan hjá ákærda.
Verjin sigur, at Peter Madsen eins og áður viðurkennur at hava stykkjað sundur líkið av svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall, og at hann hevur kastað líkpartarnar í havið.
Ákærin í málinum, Jakob Buch-Jepsen, sigur, at fleiri enn 200 fólk eru avhoyrd í málinum.
Ákæruvaldið krevur Petur Madsen dømdan livstíðardóm fyri at hava dripið Kim Wall, og ákæruvaldið heldur eisini upp á, at kavbátabyggjarin og uppfinnarin hevur skammfarið svensku kvinnuna kynsliga.
Seinni á rættarfundinum í dag fær Peter Madsen høvi at geva sína frágreiðing.
Men, áðrenn ákærdi sleppur til orðanna, fer Jakob Buch-Jepsen at greina smálutir í málinum, sum í dag og næstu dagarnar verður viðgjørt í býarrættinum í Keypmannahavn.
Umframt at viðurkenna, at hann hevur stykkjað sundir líkið av Kim Wall, sum hann síðan kastaði í havið, hevur hann eisini viðgingið at hava søkt kavbátin, UC3 Nautilus.
Ákæruvalið heldur eisini, at Peter Madsen setti lívið hjá øðrum í váða, tá hann eitt nú sigldi kavbátin inn á farleiðina hjá ferðamannaskipinum, Aidabellas. Men, kavbátaskiparin er ikki samdur við ákæranum í hesum.