Nolsøe takkar fyri seg

Rasmus Nolsøe er ikki longur knýttur at hópinum hjá HB.

Verjuleikarin fer í næstu til Danmarkar í lestrarørindum, og verður tí ikki tøkur hjá venjaranum. Rasmus Nolsøe, sum er uppvaksin í TB, hevur spælt í høvuðsstaðarfelagnum seinnu árini, har hann serliga hevur gjørt vart við seg sum frísparksskjútti.