NOM fundur

MFS skipar fyri NOM-fundi á Fróðskaparsetrinum 20.-23. august. NOM (Nordisk Ordførende Møte) er ein fundur hjá norðurlendsku studentafeløgunum og hann er tvær ferðir um árið.

Øll Norðanlond eru við á hesum fundum (t.e. Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark, Ísland, Grønland og Føroyar) og 15 luttakarar eru við hesuferð. Fundirnir viðgera ymisk studentapolitisk mál, sum vit hava til felags, t.d. stuðulsskipanir og útbúgvingarpolitikkur hjá okkum.

Í samband við NOM fundin verður eisini eitt seminar, sum verður hildið leygardag og sunnudag. Hesuferð er evnið á seminarinum ?sjálvbodnir felagsskapir?, sum er eitt mál, sum Norðurlandaráðið arbeiðir við. Ein partur av hesum seminari er ein almennur kjakfundur í Norðurlandahúsinum 23. august 1998 kl. 13 til kl. 15 har evnið er sjálvbodnir felagskapir, her verða umboð úr fyrisitingini í Føroyum.

Tað er Jóanes Dalsgaard, stjóri í mentamálastýrinum, sum heldur eitt upplegg um evnið, eftir hetta verður kjakfundur við umboðum úr politiska heiminum og frá sjálvbodnum felagskapum. Norðurlendsku gestirnir verða við, so kjakið verður á norðurlendskum.

Skráin fyri kjakfundin verður lýst seinni.