Fimm dómsnevndir hava um vikuskiftið kosið matstovuna Noma í Keypmannahavn at vera matstovuna í Norðurlondum. Hetta skrivar alnetssíðan hjá danska blaðnum Politiken. Noma, sum liggur á Norðuratlantsbryggjuni í danska høvuðsstaðnum, hevur sum tann einasta matstovan í Danmark tvær Michelin-stjørnur. Í køkinum hava tey lagt seg eftir at gera norðurlendskan mat, millum annað við føroyskum rávørum í øðu, jomfrúhummara og djúpvatnskrabba.
Dómsnevndin, ið valdi bestu norðurlendsku matstovuna, var mannað við fólkum úr Noreg, Svørríki, Danmark, Finnlandi og Íslandi. Hesi samdust um, at Noma ? ið er ein samanseting av donsku orðunum, sum eisini eyðkenna køkin, Nordisk og Mad ? hevði besta matin.
Kappingarneytarnir hjá Noma vóru Mathias Dahlgren í Svørríki, Bagatelle í Noreg, íslendska Dill og finska Savoy.
René Redzepi, ið rekur Noma, hevur av álvara fingið matstovuna á gourmet-heimskortið og apríl í fjør, mettu matummælarar Noma at vera heimsins triðbestu matstovu.