Fiskivinna
Tá Norðbúgvin týsdagin landaði svartkjaft í Fuglafirði, var tað veiða, sum fingin var í altjóða sjógvi, og ikki í føroyskum, sum annars sagt varð í hósdagsblaðnum.
Tað er soleiðis, at Norðbúgvin er ídnaðarskip, og hevur sum slíkt ikki loyvi at fiska svartkjaft til ídnað undir Føroyum.
Í fiskiloyvinum hjá skipinum stendur, at Norðbúgvin í tíðarskeiðnum frá 21. mai til 31. december í ár hevur loyvi at at reka trolveiðu eftir svartkjafti á ytru landleiðini til matna.
Tí undraði tað, at skipið landaði 600 tons av svartkjafti í Fuglafirði, samstundis sum sagt varð, at hesi vóru fiskað í føroyskum sjógvi. Um so var, skuldi tey heldur verið løgd upp til frystivirkið í Kollafirði.
Bjarti Mohr, reiðari á Norðbúgvanum, sigur, at tað var ein misskiljing sum skrivað var, tí skipið hevði verið í altjhóða sjógvi og fiskað hendan svartkjaftin.
Hinvegin hevur Norðbúgvin eisini verið í Kollafirði einaferð við svartkjafti, sum ætlanin var at landa til matna. Men virkið har vísti fiskinum frá sær, tí hann var ikki nóg góður til matfisk. Sostatt fór tann lastin eisini til ídnað.
Av Fiskiveiðieftirlitinum verður váttað, at tær fráboðanir, sum hagar eru komnar frá Norbúgvanum, siga, at hann hendan túrin var í altjóða sjógvi. Tey hava lagt merki til, at sagt hevur verið, at Norðbúgvin hevur landað svartkjaft undan Føroyum í Fuglafirði. Tey hava tó ikki verið umborð á skipinum og kannað dagbøkurnar, veðrur sagt av Fiskiveiðieftirlitinum.
Norðbúgvin hevur fylgisveinaútgerð umborð, sum ger, at til ber at fylgja skipinum alla tíðina. Men tey sakna tó lóggávuna, sum skal vera á økinum, siga tey á Fiskiveiðieftirlitinum. Men tó er at siga, at tann lóggávan er á veg.