Honda Civic Hybrid hevur bæði bensin- og elmotor við tilsamans 93 hk, harav teir 20 hk koma frá elmotorinum. Bilurin er royndarkoyrdur í Føroyum og koyrir umleið 25 km/l við vanligari koyring eftir landsvegi. CO2-útlátið er 109 gr/km. Honda hava gjørt hybridbilar síðan 1999, tá fyrsti Honda Insight kom á marknaðin.